Sigið mær prísin!

Hóast Liverpool sigur nei, so sigur Florentino Perez, at hann nokk skal syrgja fyri, at Xabi Alonso spælir í hvítum eftir summarsteðgin

Fótbóltur

 

Hóast Real Madrid longu hevur brúkt úti við tvær milliardir krónur í summar, tá felagið hevur keypt Kaka, Ronaldo, Benzema og Albiol, so er forsetin í felagnum, Florentino Perez ikki liðugur við sína summar-shopping enn.

Leingi hevur ljóðað, at Real Madrid vil hava fatur á Xabi Alonso hjá Liverpool, men higar til hevur Liverpool bara sagt, at teir als ikki eru áhugaðir í at selja.

Nú hevur Perez givið Liverpool eina freist upp á tvær vikur til at siga sær, hvussu nógv teir vilja hava fyri spælaran.

Áður hevur verið gitt, at Liverpool fer at krevja á leið 200 milliónir fyri spælaran, og so er spurningurin, um tað er ein upphædd, sum kann ræða Florentino Perez.