– Vit fara so líðandi at lata aftur út á heystið. Men vit halda fram við allari tænastu til kundar okkara, sigur Dánjal Poulsen, stjóri á Faroe Travel, sum í dag hevur gjørt avtalu við Alpha Travel um at taka yvir virsemið hjá Faroe Travel.
– Vit fegnast um og síggja fram til uppgávuna. Hetta fer at geva okkum økt virksemi, og vit fegnast um, at Dánjal Poulsen hevur valt okkum til hesa uppgávuna, sigur Tommy Næs Djurhuus.
Trýstið á pílin á myndini at hoyra og síggja, hvat teir báðir hava at siga.