Síggið sólina fara í svart í 11 km hædd

Seinasti møguleiki: Bílegg ferð til sólarmyrkingarflogfarið nú og tryggja tær pláss at uppliva sólarmyrking í 11 km hædd!

Seinasti møguleiki: Bílegg ferð til sólarmyrkingarflogfarið nú og tryggja tær pláss at uppliva sólarmyrking í 11 km hædd!

 

Soleiðis lýsir blaðið Illustreret Videnskab í hesum døgum.

 

Blaðið Illustreret Videnskap skipar fyri flogferð at uppliva sólarmyrkingina, sum kann upplivast í Føroyum fríggjamorguin 20. mars.

 

Blaðið lýsir soleiðis:

 

– Svørt sól í 11.000 metra hædd. Illustreret Videnskab gevur tær nú einastandandi møguleikan fyriat uppliva frítt útsýni til totala sólarmyrking úr einum Boeing 737. Tann 20. mars 2015 ber til at uppliva eina av mest serligu upplivingum í astronomiini: Ein sólarmyrking.

 

Blaðið greiðir frá, at í Føroyum og á Svalbard ber til at uppliva totala sólarmyrking, meðan í sólin í Danmark bara verður fjald um 80 prosent, tá sólarmyrkingin er.

 

– Illustreret Videnskab gevur tær einastandandi møguleikan at uppiva totala sólarmyrking á fyrstu parkett í longri tíð enn nakra aðrastaðni á jørðini – og tað verður garanterað skýfrítt. Í einum Boeing 737 í 11 kilometra hædd.

 

Blaðið skrivar, at áhugin er stórur, og at tað bara eru fá pláss eftir. Prísuri fyri ferðina er 7.400 krónur.

 

Blaðið dyrgir við, at hetta er ein møguleiki, tú ikki fært aftur.

 

– Hetta er ein sjáldsom sjón, sum festir seg í minnið. Tí ein total sólarmyrking verður ikki aftur á okkara leiðum fyrr enn í 2126.

 

Ferðan byrjar í Kastrup. Flogfarið lættir klokkan 8:15 hendan morgunin og lendir aftur í Kastrup klokkan 12:45.