Siggi: - Ómotiverandi at leiðslan prátar við aðrar venjarar

(FM1) Hoyr samrøðuna Tróndur Arge hevði við høvuðsvenjaran hjá Víkingi, Sigfríð S. Clementsen aftaná 0-1 tapið á Argjum

Víkingar eru strandaðir á fimta plássinum í Betrideildini, tað gerst hvørki betri og verri tvey tey seinastu umførini, og fyri fyrstu ferð í mong ár fer Víkingur ikki at umboða Føroyar í evropeiskum fótbólti komandi summar.

 

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna Tróndur Arge gjørdi við høvuðsvenjarin hjá Víkingi, Sigfríð S. Clementsen á FM1 aftaná dystin.

 

Fyri Sigfríð S. Clementsen er tað eitt stórt vónbrot, at leiðslan í Víkingi hevur samráðingar við aðrar venjarar áðrenn hann hevur fingið møguleika at enda kappingarárið saman við Víkingi. Hann slær fast, at fyri seg er tað sera ómotiverandi, at slíkt fer fram. 

 

Um dystin á Argjum í dag staðfestir høvuðsvenjarin hjá Vìkingi, at talan gjørdist um enn ein dyst har marginalarnir ikki vóru við Víkingi, og ikki var tikið av málmøguleikunum.

 

HERber til at hoyra samrøðuna Tróndur Arge gjørdi við liðskiparan hjá AB, Heðin Stenberg.