Siggi fekk ein dag

Víkinga-venjarin er revsaður við leikbanni í ein dag, men hetta er minni enn tað, sum reglurnar áseta

Tað var væntandi, at venjarin hjá Víkingi, Sigfríður Skaale Clementsen, fekk leikbann eftir tað, sum fór fram móti dystarenda, tá Víkingur mátti taka til takkar við javnleiki móti B36.

 

Dómurin er nú fallin, og Siggi sleppur ikki at sita á beinkinum, tá Víkingur um vikuskiftið spælir móti Skála.

 

Men tað er undrunarvert, at talan “bert” gjørdist um tann eina dystin. Og tað tykist, sum hevur FSF ásanna, at 4. dómarin kanska partvíst sjálvur var atvold til, at longutong varð havd á lofti.

 

Í vegleiðingini til leikbann, sum finst á FSF-heimasíðuni, er staðfest, at tað gevur tveir daga leikbann, um tú gevur dómaranum fingurin, men tað er so ikki gjørt í hesum føri. Einasti møguleikin, sum FSF hevur at linka ein slíkan dóm við er, um tú ert ertaður “provokeraður” til brotið.

 

Lesið eisini: Sigfríður fær helst leikbann

 

Sjálvur sigur Sigfríður, at hann ikki roknaði við, at hendingin í B36-húsinum eftir dystin skuldi kostað leikbann.

 

- Sjálvandi veit eg, at hetta ikki var rættur atburður, men eg hevði skilt tað betur, um eg fekk leikbann fyri okkurt av tí, sum eg segði alment eftir dystin, heldur enn fyri hesa hendingina.

 

- Tað undrar meg, at eg skal revsast fyri hetta. Tann, sum revsar meg, hevur í øllum førum ikki stórvegis av sjálvkritikki, tá hann bara tveir dagar seinni sjálvur dømir dyst í bestu deildini.

 

- Eg eftirlýsi eisini, at dómararnir kundu verið meira eyðmjúkir. Sjálvandi skulu venjarar og spælarar hava respekt fyri dómaranum, men tann respektin skal ganga báðar vegir. Og hendan virðingin hevði ikki verið minni, um tú av og á viðgongur, at tú hevur havt ein ringan dag, sigur Sigfríður, sum annars heldur, at tað nú ræður um at leggja hetta aftur um bak.

 

- Vit fara so ikki at kæra dómin, men royna at líta frameftir. Eg veit eisini av, at tað ígjøgnum eitt kappingarár altíð vilja vera 2-3 dystir, har tú følir teg burturdømdan, og so mugu vit bara vóna, at okkara kvota av hesum nú er brúkt fyri í ár, sigur Sigfríður Skaale Clementsen.