Sigga, ið er 26 ára gomul, er úr Havn og býr á Amager. Hetta er hennara triðja framsýning í Smiðjuni. Hon hevur eisini havt framsýningar í Danmark.
Á framsýningini eru ellivu sera litríkir figurativir og abstraktir oljumálingar.
Myndevnini er fyri tað mesta kvinnur.
Framsýning verður opin til og við mikudagin 11. juli, allar dagar frá kl. 15-19 uttan týsdagin 10. juli, tá opið er frá kl. 15-17.