Aftaná 0-0 dystin millum Víking og HB í Sarpugerði í Norðragøtu fekk Tróndur Arge orðið á Sigfríð Clementsen, høvuðsvenjara hjá Víkingi.
Sigfríður iðraði seg um, at Vìkingur ikki megnaði at gagnnýta bara ein av teimum stóru málmøguleikunum teir høvdu, sum eftir hansara tykki høvdu givið Víkingi ein uppibornan sigur.
Sigfríður er heldur ikki heilt nøgdur við, at Hans Jørgen Djurhuus fekk tað reyða kortið.
TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr tað, sum Sigfríður Clementsen segði við Trónd Arge aftaná dystin.