TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna Tróndur Arge hevði á Rás2 við høvuðsvenjaran hjá Víkingi, Sigfríð S. Clementsen, aftaná Víkingur hevði spælt seg í finaluna um løgmanssteypið við einum 2-0, og harvið samlaðum 2-1 hálvfinalusigri.
- Hetta er fantastiskt, staðfesti Sigfríður, sum er ivaleysur í, at Víkingur var tað betra liðið í kvøld. Hann hevði bara eina uppgávu eftir í kvøld, og tað var at fara inn í umklæðingarrúmið at ynska sínum spælarum hjartaliga tillukku við sigrinum.