Sigfríður: Í dag vístu vit dreymaspæl

Venjarin hjá Víkingi harmast tó um, at hansara spælarar eru so óstøðugir

Effodeildin: - Tá vit spæla sum í dag, so eru vit millum teir bestu í Føroyum, segði Sigfríður S. Clementsen, venjari hjá Vìkingi við Trónd Arge, aftaná 2-1 sigurin hjá Víkingi ímóti ÍF á heimavølli.

 

Sigfríður harmast tó um, at hansara spælarar eru so óstøðugir, men ásannar, at tað verður arbeiðssetningurin til komandi kappingarár. Venjarin hjá Víkingi staðfesti, aftaná ein stóran avbrennara hjá Atla Gregersen, at tað er best, at Atli heldur seg í verjuni.

 

Undir myndini ber til at hoyra tað, sum Sigfríður S. Clementsen segði við Trónd Arge á Rás2 fyrr í kvøld.