Tað gongur sum eftir ánni hjá Víkingi, og longu nú ber til at staðfesta, at hetta kappingarárið verður framúr. Fyrr í summar spældi liðið seg sum tað fyrsta føroyska nakrantíð víðari úr øðrum innleiðandi umfari í europeisku kappingini. 30. august vunnu víkingarnir steypafinaluna, og mikukvøldið vann Víkingur útsetta landskappingardystin í Runavík. Harvið er tað mest sum greitt, at Víkingur, sum í landskappingini ikki hevur tapt síðani 25. mai, fer at vinna heiðursmerki í landskappingini.
Felagið hjá gøtumonnum og leirvíkingum er væl skipað og rikið, og teir í Sarpugerði eru fyri langari tíð síðani farnir at fyrireika næsta kappingarár. Í kvøld hava teir í tí sambandi tikið týdningarmikið stig. Víkinga formaðurin Brandur Jacobsen og Sigfríður Clementsen hava skrivað undir sáttmála, sum knýtir venjaran at felagnum í 2015. Sigfríður hevur verið í Sarpugerði síðani í juli í fjør.
Undan hesum kappingarárinum segði venjarin, at Víkingur var gott boð upp á felag at vinna FM í 2014. Tað eydnast neyvan. Orsøkin er tann, at tað so ofta er endað við javnleiki. Nú tað er greitt, at venjarin verður tann sami, og at hópurin verður umleið tann sami, sum hann er í ár, so kennist tað longu nú, at steypavinnararnir trý tey seinastu árini í 2015 fara at teljast millum favorittarnar at vinna meistaraheitið.