Sigfríður: Vit stríddust væl

(Rás2) Høvuðsvenjarin hjá HB heldur, at menningin og gongdin er góð og jalig hjá liðnum

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna Tróndur Arge hevði beinleiðis á Rás2 við Sigfríð S. Clementsen, høvuðsvenjara hjá HB aftaná 0-0 javnleikin millum KÍ og HB við Djúpumýru í Klaksvík fyrr í dag.

 

Sigfríður S. Clementsen er væl nøgdur við hugburðin og stríðsviljan hansara menn vístu í dag. Hann viðgongur, at dysturin bleiv rættiliga nógv uppá premissurnar hjá KÍ, men hann heldur avgjørt, at HB kundi fari avstað við øllum ímóti dystarenda.

 

Sigfríður S. Clementsen ásannar, at HB er sjey stig skeivu megin Evropa á stigatalvuni nú bert níggju stig eru eftir at spæla um. Men hann minnir á, at ein menning eru í gongd, og ungir spælarar byrja at vísa sítt virðið.