Sigfríður Clementsen er í vanda fyri at fáa bann frá Fótbóltssambandinum. Orsøkin er ósømiligur atburður í samband við dystin í Gundadali. Sambært keldum hjá Miðlahúsinum, so stendur í dómarafrágreiðingini, at Sigfríður vísti fingurin mótvegis einum av dómarunum.
Hetta brotið stendur til at geva tveir dystir leikbann.
Kappingarnevndini váttar fyri Sosialinum at mál er komið inn frá dystinum millum B36 - Víking ið snýr seg um atburðin hjá venjaranum hjá Víkingi.