Mánakvøldið stóð Sigfríður Clementsen fyri fyrstu ferð fyri TB venjingini. Seinnapartin verður NSÍ gestur við Stórá. Fyrr í ár vann TB á heimavølli 2-1 ímóti NSÍ, og síðani tá hevur tað ikki eydnast TB at vinna fulla úrtøku.
-Setningurin hjá mær og spælarunum er greiður. Støðutalvan sigur, at TB er í niðurflytingarvanda, og málið er at sleppa undan at flyta niður. Eg havi tikið á meg at standa fyri bjargingarroyndini, og vit rokna avgjørt við møguleikanum. Vit kundu ynskt at havt meiri fólk og at fingið styrk, men vit arbeiða vit teimum, sum vit hava, og um vit fáa optimalt burturúr, so fer tað at ganga, sigur Sigfríður Clementsen.
Eitt er at venja og fyrireika útispælararnar til avbjóðingina ímóti NSÍ. Eitt annað hevur í vikuni verið at finna ein málverja. Predrag Markovic var neyðloysn, tá Joslain Mayebi fór til hús at vera við til jarðarferðina hjá pápa sínum. Hann er ikki komin aftur, og teir rokna ikki við, at hann verður at síggja aftur á Tvøroyri. Nýggjur maður millum TB stólparnar í dag er KÍ veteranurin Meinhardt Joensen.
Miðverjin Teitur Olsen er leikbannaður og Hervé Din Din er burturstaddur. Rógvi Joensen er farin av venja aftur eftir skaðasteðg.
TB hevur ikki spælt á heimavølli síðani 12. mai, tá ið tað endaði málleyst ímóti HB.
Tað hevur verið øgiligt fokus á NSÍ eftir tvey trivalig tap í Klaksvík- 4-1 í steypakappingini og 4-0 í landskappingini siga sína søgu, og avrikini vóru ikki sannførandi. Men talan kann ikki sigast at vera um kreppu, tá ið liðið bara hevur tapt einaferð í landskappingini síðani fyrru ferðina í Suðuroy – 4-0 í Klaksvík – og tá ið talan annars hevur verið um fýra sigrar, m. a. 4-3 í Gundadali ímóti HB.
Um tað eydnast Anders Gerber og hansara monnum at sleppa norður um aftur við fullari úrtøku, so verður NSÍ nærri næstfremsta plássinum, tí talan verður í Klaksvík um innanhýsis uppgerð millum tvey tey ovastu.
Nikolaj Køhlert er vøddaskaddur og harvið ikki tøkur. Einar Tróndargjógv er burturstaddur, og Andras Frederiksberg og Haraldur R. Højgaard eru langtíðarskaddir.