Sigfríður á javnaðarlistan

Sigfríður Símunarson Sólsker stillar upp fyri Javnaðarflokkin til løgtingsvalið.

Hann er føddur 1980, og fuglfirðingur búsitandi á Eiði. Sigfríður er útbúgvin BA í søgu og mentanarfrøði við hjánámi í føroyskum, og hann er eisini útbúgvin ritstjóri. Dagliga starvast Sigfríður sum leiðari fyri forlagspartin í Námi.

- Eg stilli upp fyri Javnaðarflokkin, tí eg meti, at flokkurin er besta trygd fyri einum vælferðarsamfelagi eftir norðurlendskum mynstri við góðum skúla-, heilsu- og almannaverki, umframt einum skilagóðum umhvørvispolitikki, sigur Sigfríður.

Harumframt, sigur Sigfríður seg hava tey 17 heimsmálini frammarlaga í huga.

- Við teimum 17 heimsmálunum verður miðjað eftir at skapa eitt samfelag og ein heim, har tað er javnstøða og javnrættur millum kynini bæði, eitt samfelag har munurin millum rík og fátæk minkar. Øll hesi málini eru týðandi súlur undir javnaðarhugsanini og Javnaðarflokkinum, sigur Sigfríður Símunarson Sólsker.