- Eg eri venjari og tað er eitt arbeiði sum øll onnur. Dysturin ímóti EB/Streymi er ikki nakað serlig fyri meg. Hinvegin er tað nakað heilt serligt at koma í steypafinaluna, ið tann størsti einstaki dysturin vit hava og tað er har vit vilja vera, sigur Sigfríður Clementsen um møguleikan at vinna á sínum fyrrverandi arbeiðsgevara.
B36 hevði upprunaliga hevði tveir leikarar við á landsliðsferðini, men bara Christian R. Mouritsen kom á vøllin.
- Eg trúgvi ikki tað kemur at hava so stóra ávirkan á liðið hjá okkum. Vit høvdu bara Christian R. Mouritsen við og hann skoraði eisini einasta máli á ferðini. Eg trúgvi at landsliðstúrurin hevur ein positiva ávirkan á hann. Vit høvdu eisini Jákup á Borg við á ferðini, men kom sum kunnugt heim vegna skaða, sigur Sigfríður Clementsen.
B36 og EB/Streymur hava spælt tríggjar dystir ímóti hvørjum øðrum í ár og enn hevur tað ikki eydnast EB/Streymi at vinna á B36.
- Tað verður ein spennandi dystur og tað er ongin ivi um at vit vilja sleppa í finaluna. Men samstundis vita vit, at spæla á útivølli ímóti EB/Streymi og bara hava eina eitt máls leiðslu er trupult.
Dysturin verður í kvøld kl. 19.00 í Streymnesi.