Tað skilir Portalurin. Tíðindini eru ikki váttað enn. Hvørki Kristjan á Neystabø ella Sámal Ímundarsson í B36 vilja vátta hetta.
? Eg havi onga viðmerking, siga báðir tveir. Sámal Ímundarsson, formaður í B36, sigur tó, at teir í nevndini í B36 eru í fer við at orða eitt skriv, sum verður sent miðlunum, har søgurnar um uppsøgnina av Sigfríði Clementsen verða viðmerktar av teimum, sum hann tekur til.
Sigfríður Clementsen varð eisini uppsagdur sum venjari hjá EB/Streymi í farna kappingarári.
B36 er í løtuni á sætta plássi í Vodafonedeildini. Liðið er seks stig frá evropiskari luttøku, sum er málsetningurin fyri árið.










