Klaksvík: 1. juni tekur Sigbrand Johansen við leiðarstarvinum fyri postøkið í Norðoyggjum.
Hann tekur við eftir Jóin Sigurðsson, sum gevst eftir 15 ár í starvinum.
Formliga tekur Sigbrand við 1. juni, men hann virkar í løtuni sum avloysari fyri leiðaran, sum eigur feriu og avspáking til góðar.
?Eg havi ikki roynt meg sum leiðara áður, so tí er tað nakað nýtt. Hetta verður ein spennandi uppgáva, sigur Sigbrand.
30 ár á baki
Sigbrand er gamal í garði á Posthúsinum í Klaksvík. Hann var fyrstu ferð avloysari har á summri í 1970, og 1. juni 1977 varð hann settur í fast starv.
Síðani hevur hann bara verið burturi frá eitt ár, tá hann var til skips.
Hann hevur verið postboð, men seinastu árini hevur hann avloyst nógv á skrivstovuni á Posthúsinum.