Hóast tað aftur í gjár var friðarligt hjá løgregluni, so vóru onkrar smáar uppgávur, ið vóru at taka sær av.
Um 22 tíðina í gjár fekk løgreglan boð um, at nøkur børn gingu á tekjuni á Skúlanum á Argjahamri. Ein patrulja fór út á staðið at vita, hvat var á vási, men løgreglubilurin kom út á Argir, vóru børnini farin.
Um eitt tíðina í nátt kom fráboðan um, at eldur var í einari bingju í Fríðrik Petersens gøtu. Sløkkiliðið kom á staðið, men tá gjørdist greitt, at bingjan var full í gipsplátum, sum ikki brenna. Kortini var okkurt smávegis rusk á dúrkinum, og tað var hetta, ið hevði fest í.
Frá løgreglustøðini verður sagt, at hildið verður, at talan hevur verið um ein ósløktan sigarettstubba, sum hevur fest í ruskið.