Nýggj tøl hjá donsku hagstovuni vísa, at sigarettsølan í Danmark er vaksin triðja árið á rað eftir sløk tíggju ár, har sigarettsølan minkaði støðugt.
Í fjør vórðu 359 milliónir fleiri sigarettir seldar samanborið við árið fyri. Vøksturin er 6,2 prosent.
Ein høvuðsorsøk til, at sigarettsølan økist, er, at alsamt fleiri børn og ung byrja at roykja í Danmark.
Danska stjórnin hevur annars sett 2,2 milliardir krónur av til eina krabbameinsætlan, sum eitt nú hevur til endamáls, at í 2030 skal Danmark hava eitt heilt ættarlið, sum ikki roykir. Men átøkini, sum hava verið sett í verk, tykjast ikki at hava munað, og einki bendir á, at málið um eitt roykfrítt ættarlið í 2030 verður rokkið.
Í nítiárunum og fyrst í hesari øldini minkaði sigarettsølan í Danmark, og danska krabbameinsfelagið heldur, at alt ov lítið hevur verið gjørt síðani. Eitt nú fýlist krabbameinsfelagið á, at prísurin á sigarettum er ikki hækkaður, tí royndir úr øðrum londum vísa, at príshækking er eitt tað besta vápni í stríðnum fyri at minka royking.
Í Danmark roykja 15 prosent av teimum ungu millum 16 og 24 ár. Í Noregi, har ein sigarettpakki kostar 90 krónur, roykja bara trý prosent í sama aldursbólki.
Sambært Fólkaheilsuráðnum roykja alsamt færri ung í Føroyum. Talið á ungum roykjarum í Føroyum er nú 15 prosent.