Um stutta tíð fer danska stjórnin at leggja fram uppskot um at herða roykilógina, og ein avleiðing av broytingini verður, at í framtíðini skulu handlar og kioskir goyma sigarettirnar burtur, soleiðis at tær ikki síggjast.
Camilla Hersom, sum er framsøgumaður í heilsumálum fyri Radikala Vinstra, sigur við danska kringvarpið, at tað hevur eina ávísa ávirkan, at fólk noyðast at spyrja eftir einari vøru fyri at fáa hana. Í dag kunnu tey taka sigarettirnar úr einari automat í handlinum ella peika á tær.
Stjórnin ætlar sær at revsa handlar og kioskir, sum lata sigarettirnar standa frammi, og sum lata fólk undir 18 ár fáa sigarettir. Handlarnir kunnu fáa bót, og í ringasta føri kunnu teir missa rættindini til at selja sigarettir.
-Tað er tann vegin, vit skulu fara fyri at steðga møguligum nýggjum roykjarum, og tað fer at síggjast aftur í komandi árum, sigur Camilla Hersom við DR.