Danska Hjartafelagið vil hava politikararnar at koyra prísin á sigarettum upp. So hevði tað almenna spart nógv, sigur felagið Hjerteforeningen mælir politikarunum til at koyra prísin á sigarettum 50 prosent upp. Felagið sigur, at tað hevði fingið fólk at roykt minni.
Hjartafelagið hevur roknað seg fram til, at danska heilsuverkið kann spara milliardir, um sigarettprísurin fer upp. Útrokningin vísir, at hækkar prísurin á sigarettum 50 prosent, kann tað hava við sær, at heilsuverkið kann spara fýra milliardir krónur.
Kanningar hjá danska Hjartafelagnum vísa, at tað eru serliga fólk, sum eru yngri enn 30 ár, sum fara at roykja minni, um sigarettirnar verða dýrari.