Glóðin í sigarettini, sum slóknar av sær sjálvum, verður nú kravd í ES-londunum.
Hósdagin í hesi vikuni verður tað nevniliga bannað at selja sigarettir, sum ikki slókna av sær sjálvur. Hetta fer uttan iva at bjarga hundrandavís av mannalívum frá at doyggja orsaka av eldsbruna.
- Talið av deyðum kann lækka við 40 prosentum, verður mett.
Nýggja sigarettin fær eitt eyka lag av pappíri rundan um, og skal fáa ta brennandi sigarettina at brenna seinni og slókna, um roykjarin ikki sýgur luftina ella roykin inn.
Tað eru longu farnir tríggir mánaðir síðani American British Tobacco Denmark kom fram við hesum sigarettunum av merkjunum Prince og Kings.
- Upplivingin av at roykja verður sjálvandi øðrvísi, tí sigarett-pappírið er broytt. Men smakkurin verður hin sami, sigur talsmaðurin hjá tubbaksfyritøkuni, Jacob M. Lund.
Henda lógarbroytingin er ikki galdandi fyri sigarir.