Sigarettanna verjar ella verjar sigarettarinnar?!

Tey komu kropp á kropp at verja sigaretttollfrælsið: maður, kvinna, serfrøðingar, roykfrændur á tingi og í landsstýri og onnur!!

Tey vildu vera við, at ferðavinnan og kanska okkurt annað eisini neyvan hóraðu undan, um sigarettin, stóri týnarin, ikki fekk tollfrælsi.

Tú øtast, harmast, skammast.

Samstundis koma tíðindini um, at vit ikki hava ráð til fyribyrgjandi tiltøk móti lívmóðurhálskrabba.

Tú gerst næstan málleysur.

Roykloysi er mannarættindi!

Á Borg á Argjum mannarættindaaftan 2008

 

Við roykloysiskvøðu.