Siga seg hava loyst gátuna um Bermudatríhyrningin

Granskarar meta seg hava loyst gátuna, um hví mong skip og flogfør eru horvin í økinum.

Gátan um sonevnda Bermudatríhyrningin er kend. Sera mong skip og flogfør eru horvin á hesi leiðini, og mangar hava søgurnar og gitingarnar verið um orsøkirnar. Og mangan eru søgurnar tvinnaðar saman við deyð, ið ganga aftur, ella UFO, rúmdarfør, ella annað gátuført.

 

 

Mangar eru søgurnar, har skip ganga burtur við mann og mús, ella skipið verður funnið, men manningin er horvin. Og sannroynd er, at óvanliga mong skip og flogfør eru horvin á hesi leiðini.

 

 

Men nú er gátan loyst, meta ganskarar við University of Southampton , ið meta orsøkina vera sera høgar aldur, sum kunnu taka seg upp í økinum millum Bermuda, Florida og Puerto Rico. Hetta veit BT at siga frá útlendskum miðlum.

 

 

Sagt verður, at sera høgu aldurnar bert vísa seg í fáar minuttir, og at fylgjusveinar fyrstuferð skrásettu aldurnar í 1997. Granskarar hava síðani endurskapt hetta við at eftirgera fyribrigdið, ella við at nýta simulator. Bylgjurnar kunnu gerast um 30 metrar høgar.

 

 

Stormar kunnu koma norðaneftir og sunnaneftir, og hittast teir, so kann gerast vandamikið, og kemur so stormur afturat úr Florida, so kann deyðin vera vísur, siga granskararnir.

 

 

Sera nógv skipa- og flogferðsla hevur síðstu umleið 100 árini verið á hesi leiðini.