Síðstu tríggir mánaðirnar hava trý Sea Shepherd skip siglt kring oyggjarnar í nýggjasta átakinum hjá felagsskapinum, Sleppið Grindini.
Átakið er um at enda nú, og tað fyrsta av skipunum, Brigitte Bardot, er longu fari avstað aftur. Sostatt er tíðin eisini komin til, at felagsskapurin má rættvísgera yvirfyri sínum stuðlum kostnaðin av einum átaki, har tað ikki eydnaðist at forða fleiri grindadrápum.
Men á heimasíðuni hjá Sea Shepherd Global verður í dag ført fram, at tað hevur eydnast felagsskapinum at bjarga hundraðtals av hvalum í summar. Felagsskapurin heldur uppá, at bara í síðstu viku hevur eydnast at bjarga fleiri bólkum av grindahvalum, skjórutum springarum, kjafthvítum springarum og hvessingum.
Við heimasíðuni hjá Sea Shepherd Global, verður stjórin í felagsskapinum, Alex Cornelissen, endurgivin fyri at siga, at átakið var sera væleydnað, hóast sterka mótstøðu.
- Myndugleikarnir í Føroyum, harímillum skip og tyrlur hjá donsku sjóverjuni, halda áhaldandi eyga við okkara manning. Tí er tað ómetaliga torført at fremja okkara tiltøk uttan at verða uppdagað, men tað hevur eydnast okkum sera væl at leiða bólkar av delfinum og grindahvalum burtur frá sláturstrondunum og vandaleið.