Ein republikanskur felagsskapur lýsir nú demokratiska senatorin Barrack Obama sum fíggindaliga sinnaðan ímóti jødum Myndin av Barrack Obama í afrikonskum búna og við turban á høvdinum hevur fingið ein republikanskan felagsskap í statinum Tennessee at almannakunngera eina fráboðan, har Obama verður umrøddur sum fíggindi jøda.
-Tað er einki í fortíð hansara ella valstríðnum, sum bendir á, at hann verður vinur Ísraels, verður hann valdur til forseta. Tvørturímóti eiga stuðlar Ísraels at stúra fyri, at Obama kanska verður forseti, stendur í fráboðanini.
Barrack Obama segði í einum sjónvarpskjaki, at hann hevur nógvar jødiskar veljarar, og at hann ætlar sær at byggja brýr ímillum amerikanararnar og teir umleið sjey milliónir jødarnar í USA.