Siga Lykkenborg farvæl

Leikurin Lykkenborg verður sýndur í Løkshøll, 24. januar, áðrenn leikbólkurin Det Ferösche Compagnie trína á pall á týdningarmesta mentanardeplinum í London The Barbican.

Fyri at hita upp áðrenn pallsetingina í London, kemur Det Ferösche Compagnie til Løkshøll at framføra leikin, soleiðis sum hann verður framførdur í London. Frásøgan verður á enskum, men Lykken høvuðspersónur og aðrir leiklutir tosa føroyskt.

 

Lykkenborg verður sýndur í London við enska heitinum Castle of Joy. Virðislønti leikbólkurin Det Ferösche Compagnie, skulu á pall í týdningarmesta mentanardeplinum í London, The Barbican. Samskiftið millum Det Ferösche Compagnie og The Barbican byrjaði í fjør.

 

Fimm sýningar av Lykkenborg verða á hesum stóra, altjóða palli í døgunum 28. februar til 2. mars í ár.

 

Atgongumerki á 245 kr fáast á loksholl.fo og við dyrnar. Íroknað prísin er kaffi og okkurt smávegis afturvið í steðginum.

 

Búi Dam leiklistarligur leiðari sigur at tað er ein stórur møguleiki at framføra á The Barbican í London.

 

- Hetta er ein stórur dreymur sum gerst veruleiki fyri okkum í Det Ferösche Compagnie.

Tey flestu av okkum hava lisið í London. The Barbican er staðurin, har vit hava havt tær

stóru listarligu upplivingarnar, sum eisini hava formað okkum sum listafólk og

leikbólk.  Romeo Castalucci, Robert LePage, Ivo Van Hove, Katie Mitchel, Akram

Khan, Royal shakespeare Company og Complicité eru bara nøkur av nøvnunum sum

frammføra regluliga á The Barbican. At vit nú skulu á sama pall sum hesi megnar

listafólk er stórt fyri okkum, og fyri føroyska leiklist sum heild.