Siga framvegis nei

Ein stórur meiriluti av týska fólkinum er framvegis ímóti krígnum við Irak.
Ein meiningakanning, sum varð almannakunngjørd í gjár, vísir, at heili 83 prosent av teimum spurdu eru ímóti, at USA og Bretland hava lopið á Itak. Bara 12 prosent siga, at amerikanarar og bretar gjørdu rætt. Kanningin, sum sjónvarpið NDR hevur gjørt, vísir eisini, at 61 prosent av týskarunum taka undir við, at Týskland skal taka lut í arbeiðinum at byggja Irak uppaftur aftan á kríggið.
Annars halda flestu týskarar, at sjónvarpsstøðirnar gera alt ov nógv burtur úr krígnum í Irak. Tað siga 64 prosent av teimum, sum NDR spurdi.