Siga frá Víkingur-KÍ og B36-TB/FCS/Royn

Fótbóltssendingin á Rás2 byrjar klokkan 16.05 við upptakt. Klokkan 17.30 byrjar dysturin millum Víking og KÍ í Norðragøtu

Fult umfar er í effodeildini í kvøld, og Rás2 fer at siga frá tveimum dystum, har trý tey ovastu liðini eru í leikum.

 

Tróndur Arge og Hilmar Jan Hansen siga frá oddadystinum í Sarpugerði í Norðragøtu millum Víking og KÍ, og dystinum millum B36 og TB/FCS/Royn, sum verður spældur í Gundadali í Havn. Dysturin í Norðragøtu byrjar klokkan 17.30, og dysturin í Havn byrjar klokkan 18. Fylgt verður eisini við hvussu tað gongur í hinum dystunum EB/Streymur-07 Vestur og NSÍ-HB, sum byrja klokkan 18, og dystinum Skála-ÍF, sum byrjar klokkan 18.30.

 

Sendingin á Rás2 byrjar longu klokkan 16.05 við upptakt. Petur Asbjørn Lervig fer at práta við ymisk umboð fyri Víking og KÍ.

 

Øll kunnu lurta eftir sendingini á www.midlar.fo, og annars á FM 88,7, FM 95,9 og á FM 98,7.