Siga frá VÍF-H71 og StÍF-Neistin klokkan 16 í dag

Hilmar Jan Hansen og Sjúrður H. Hoydal siga á FM1 frá dystunum í Vestmanna og á Skála

Tveir dystir verða leiktir í Okkara-deildini í hondbólti klokkan 16 seinnapartin.

 

Í Vestmanna tekur VÍF ímóti H71, og á Skála tekur StÍF ímóti Neistanum.

 

FM1 sigur frá báðum dystunum. Sjúrður H. Hoydal sigur frá dystinum í Vestmanna, og Hilmar Jan Hansen sigur frá dystinum á Skála.

 

Øll kunnu hoyra dystarfrásagnirnar á www.midlar.fo, og annars á FM 88,7, FM 91,7, FM 93,9, FM 95,5 og FM 98,7. Samsent verður við STAÐIÐ FM 101 í Vestmanna.

 

Samrøður við spælarar hjá VÍF, H71, StÍF og Neistanum koma út á in.fo aftaná dystarlok.