Komandi vikuskiftið verður ein HM-undankapping millum kvinnulandslið í hondbólti í Høllini í Havn.
Leiksskráin sær soleiðis út:
Fríggjadagin kl. 18.00 Eysturríki – Ísland
Fríggjadagin kl. 20.00 Føroyar – Makedonia
Leygardagin kl. 15.00 Eysturríki – Makedonia
Leygardagin kl. 17.00 Føroyar – Ísland
Sunnudagin kl. 16.00 Ísland – Makedonia
Sunnudagin kl. 18.00 Føroyar – Eysturríki
Tróndur Arge og Hilmar Jan Hansen fara at siga frá teimum trimum dystunum, sum føroyska kvinnulandsliðið spælir. Øll kunnu lurtað við á www.midlar.fo, og annars á FM 88,7, FM 95,9 og á FM 98,7.
Til ber eisini at fylgja dystunum hjá føroyska kvinnulandsliðnum á in.fo. Ljóðsamrøður og myndir koma út á in.fo aftaná dystirnar.