Seinnapartin og í kvøld fella avgerðirnar um hvørji lið møtast í Faxe Kondi steypafinalunum hjá kvinnum og monnum.
Klokkan 14 verða seinnu hálvfinalurnar hjá kvinnunum leiktar. VÍF tekur ímóti H71 í Vestmanna. VÍF er á odda 26-25 frá fyrra dystinum. Í Havn verður ikki sami spenningur, tí har er heimaliðið, Kyndil á odda 34-19 ímóti Stjørnuni frá tí fyrra dystinum.
Klokkan 18 verða seinnu hálvfinalurnar hjá monnunum leiktar. Neistin tekur ímóti KÍF, og har er sera stórur spenningur, tí har er javnleikur 25-25 frá tí fyrra dystinum. H71 tekur ímóti Kyndli. Kyndil hevur eina 32-26 leiðslu frá fyrra dystinum.
Frásøgumennirnir hjá FM1, Tróndur Arge og Sjúrður H. Hoydal siga beinleiðis frá øllum fýra seinnu hálvfinalunum á FM1.
Øll kunnu hoyra dystarfrásagnirnar á www.midlar.fo. Vanligu frekvensirnir hjá FM1 eru FM 88,7 FM 91,7, FM 93,9, FM 94,8, FM 95,5 og FM 98,7.
Samsent verður við STAÐIÐ FM 101 í Vestmanna.
Samrøður við umboð fyri Kyndil, VÍF, Stjørnuna, H71, KÍF og Neistan koma út á in.fo tá dystirnir eru lidnir.









