Siga frá SÍ-Mjølnir á FM1

Dysturin í meistaradeildini hjá monnum millum SÍ og Mjølnir byrjar klokkan 16

FM1 sigur frá einum flogbóltsdysti hetta vikuskiftið. Talan er um dystin í meistaradeildini hjá monnum millum SÍ og Mjølnir.

 

Mjølnir er suverent oddalið við 30 stigum fyri 10 dystir. SÍ Hevur 10 stig, eitt stig minni enn Fleyr, og eitt stig meir enn ÍF.

 

Óli G. Samuelsen sigur frá dystinum millum SÍ og Mjølnir á FM1.

 

Øll kunnu hoyra dystarfrásøgnina á www.midlar.fo. Vanligu frekvensirnir hjá FM1 eru FM 88,7, FM 91,7, FM 93,9, FM 94,8, FM 95,5 og FM 98,7.

 

Samrøður við umboð fyri SÍ og Mjølnir koma út á in.fo tá dysturin er liðugur.