Seinnapartin sigur FM1 frá tveimum flogbóltsdystum. Í báðum førum er talan um dyst í meistaradeildini.
Klokkan 13 byrjar dysturin í meistaradeildini hjá kvinnum millum SÍ og Fleyr. Fleyr hevur 22 stig og er oddalið. SÍ er nummar tvey við 20 stigum. Mjølnir andar hesi liðini í nakkan og er nummar trý við 18 stigum. Tí stendur nógv uppá spæl í hesum dystinum.
Klokkan 15 byrjar dysturin í meistaradeildini hjá monnum millum SÍ og Fleyr. Fleyr er nummar tvey við 12 stigum, ÍF er nummar trý við 11 stigum og SÍ er nummar fýra við 10 stigum. Eisini her stendur nógv uppá spæl.
Óli G. Samuelsen sigur frá báðum dystunum á FM1. Øll kunnu hoyra FM1 á www.midlar.fo. Vanligu frekvensirnir hjá FM1 eru FM 88,7, FM 91,7, FM 93,9, FM 94,8, FM 95,5 og FM 98,7.
Samrøður við umboð fyri SÍ og Fleyr koma út á in.fo tá dystirnir eru lidnir.