Siga frá Neistin-Team Klaksvík og H71-KÍF í kvøld

Faze Kondi dystirnir hjá monnum Neistin-Team Klaksvík og H71-KÍF byrja klokkan 18. Rás2 sigur frá báðum dystunum

Í kvøld klokkan 18 verða tveir dystir spældir Faxe Kondi steypakappingini hjá monnum.

 

Í bólki 1 tekur Neistin ímóti Team Klaksvík, og í bólki 2 tekur H71 ímóti KÍF. Rás2 sigur frá báðum dystunum.

 

Tróndur Arge sigur frá dystinum í Hoyvíkshøllini millum H71 og KÍF, og Hilmar Jan Hansen sigur frá dystinum í Stórhøllini á Hálsi í Havn millum Neistan og Team Klaksvík. Claus Rasmussen verður viðmerkjari.

 

Øll kunnu lurta eftir dystarfrásagnunum á www.midlar.fo. Rás2 hoyrist annars á FM 88,7, FM 95,9 og á FM 98,7.

 

Ljóðsamrøður o.a. tilfar kemur út á in.fo í kvøld.

 

Skráin fyri Faxe Kondi kappingina hetta vikuskiftið sær soleiðis út:

 

 

Bólkur 1 – menn

Leygardagin kl. 18.00 Neistin – Team Klaksvík (RÁS2 sigur frá dystinum)
Sunnudagin  kl. 16.00 Kyndil – H71 2

Bólkur 2 – menn

Leygardagin  kl. 18.00 H71 – KÍF (RÁS2 sigur frá dystinum)
Sunnudagin  kl. 16.00 VÍF – StÍF

Bólkur 1 – kvinnur

Sunnudagin kl. 14.30 VÍF – H71

Bólkur 2 – kvinnur

Sunnudagin  kl. 14.30 Kyndil – Stjørnan
Sunnudagin  kl. 15.00 VB – StÍF