Í kvøld sigur FM1 frá tveimum hondbóltsdystum.
Klokkan 18 sigur Sjúrður H. Hoydal beinleiðis frá dystinum í SMS-deildini millum Kyndil og Stjørnuna, ið verður spældur í høllini á Hálsi.
Klokkan 20 sigur Sjúrður H. Hoydal beinleiðis frá oddadystinum í Okkara-deildini millum H71 og VÍF, ið verður spældur í Hoyvíkshøllini.
Dysturin millum H71 og VÍF verður samsendur við STAÐIÐ FM 101 í Vestmanna.
Øll kunnu hoyra dystarfrásagnirnar á www.midlar.fo. Vanligu frekvensirnir hjá FM1 eru FM 88,7, FM 91,7, FM 93,9, FM 95,5 og FM 98,7.
Samrøður við umboð fyri Kyndil, Stjørnuna, H71 og VÍF koma út á in.fo tá dystirnir eru lidnir.