Tað verður aftur ein stórur fótbóltssunnudagur á Rás2 í morgin, har byrjað verður at senda klokkan 14.
Klokkan 15 sigur Tróndur Arge frá ársins dysti í effodeildini higartil, har KÍ í oddadysti á Djúpumýru í Klaksvík tekur ímóti Víkingi. Hilmar Jan Hansen fer at siga frá grannauppgerðini millum HB og B36, sum eisini byrjar klokkan 15. Fylgt verður við gongdini í dystunum TB-NSÍ og ÍF-B68, sum báðir eisini byrja klokkan 15.
Dysturin Skála-AB á Skála byrjar klokkan 17, og fer Tróndur Arge at siga frá seinna hálvleiki av dystinum. Sendingin "Triði Hálvleikur" verður á skránni millum klokkan 17 og 18.
Øll kunnu lurta við á www.midlar.fo, og annars á FM 88,7, FM 95,9 og á FM 98,7.
In.fo fer eisini at hava beinleiðis frásøgn í morgin. Samanumtøkur, myndir og ljóðsamrøður koma út á in.fo seinni um kvøldið.