Aftur í dag verður talan um ein stóran ítróttardag á Rás2, sum hoyrist á www.midlar.fo, og annars á FM 88,7, FM 95,9 og á FM 98,7.
Millum klokkan 12 og 14 verður sendingin SportBoxin frá fríggjadegnum endursend.
Klokkan 14 til 15 verður sending við upptaktsprátum, sum Petur Asbjørn Lervig og Heri Simonsen fara at gera.
Klokkan 15 til 17 siga Tróndur Arge frá dystinum millum KÍ og HB norðuri í Klaksvík, og dystinum millum Víking og TB/FCS/Royn, sum verður í Sarpugerði í Norðragøtu.
Aftaná klokkan 17 verður sendingin "Triði Hálvleikur" á Rás2, har prátað verður við umboð fyri øll effodeildarliðini, og tikið verður samanum umfarið.
In.fo fer at hava tekstfrásøgn frá øllum dystunum. Myndir, samanumtøkur og ljóðsamrøður koma út á in.fo seinni.