Aftur í dag verður talan um ein stóran fótbóltssunnudag á Rás2.
Hilmar Jan Hansen og Tróndur Arge fara at siga frá teimum báðum oddauppgerðinum, sum verða í dag, Víkingur-NSÍ í Norðragøta, og KÍ-B36 norðuri í Klaksvík. Fylgt verður við gongdini í hinum trimum dystunum, sum eru í dag. Teir eru HB-AB, TB-ÍF og Skála-B68. Byrjað verður at senda klokkan 14.
Aftaná dystarlok verður prátað við umboð fyri tey ymisku liðini, sum hava verið í leiki.
Øll kunnu lurta við á www.midlar.fo, og annars á FM 88,7, FM 95,9 og á FM 98,7.