Siga frá HM-dystinum Føroyar-Týskland

Tróndur Arge sigur frá HM-dystinum í Algeria, sum byrjar klokkan 18. Upptaktin byrjar klokkan 17.30

Tróndur Arge er til reiðar at siga frá fjórða HM-dystinum hjá føroyska U21 landsliðnum í HM-endaspælinum fyri U21-landslið, sum er í Algeria í hesum døgum. Pole J. Hansen verður viðmerkjari til frásøgnina.

 

Væl hevur gingist higartil. Vit hava vunnið 31-28 á Chile, og 28-27 á Suðurkorea. Og so hava vit tapt 23-29 ímóti einum sera sterkum norskum liði.

 

Øll kunnu lurta við á www.midlar.fo, og annars á FM 88,7, FM 95,9 og á FM 98,7. Vestmenningar lurta við á FM 94,8.

 

In.fo fer at hava beinleiðis tekstfrásøgn frá dystinum, og ljóðsamrøður koma út á in.fo aftaná dystin.