Siga frá HB-B36 og NSÍ-KÍ seinnapartin

Báðar seinnu hálvfinalurnar í kappingini um løgmanssteypið byrja klokkan 15 í dag

Stórur spenningur er um hvør kemur í finaluna um løgmanssteypið.

 

Klokkan 15 spæla HB og B36 á ovara vølli í Gundadali í Havn, og somu klokkutíð spæla NSÍ og KÍ við Løkini í Runavík. Fyrra hálvfinalan millum havnarliðini endaði 1-1, og fyrra hálvfinalan millum KÍ og NSÍ í Klaksvík endaði 2-2. 

 

Hilmar Jan Hansen og Tróndur Arge siga frá báðum dystunum á Rás2, sum øll kunnu hoyra á www.midlar.fo, og annars á FM 88,7, FM 95,9 og á FM 98,7.

 

In.fo fer at hava beinleiðis tekstfrásøgn frá báðum dystunum. Myndir, samanumtøkur og ljóðsamrøður koma út á in.fo seinni í dag.