Tveir dystir verða leiktir í Betrideildini hjá monnum, og sigur FM1 beinleiðis frá báðum dystunum.
Klokkan 15 spæla B36 og TB á Tórsvølli, og klokkan 18.30 tekur KÍ ímóti EB/Streymi við Djúpumýru norðuri í Klaksvík.
Sjúrður H. Hoydal verður frásøgumaður hjá FM1.
Ljóðsamrøður og hæddarpunkt koma út á in.fo.
In.fo hevur í samstarvi við dystir.fo beinleiðis tekstfrásøgn frá báðum dystunum.