Tey sum minnast væl aftur í 20. øld kunnu ikki koma í tankar um eina landskapping í bestu mansdeildini, ið hevur havt so lítlan spenning seinastu trý umførini.
HB hevur verið FM-vinnari í nakrar vikur nú. KÍ og B36 eru tryggjaði eitt Europa League pláss, og NSÍ er sjey stig frammanfyri Vìking nú bert níggju stig eru eftir at spæla um, so spenningurin um tað fjórða Europa League plássið er ógvuliga lítil.
Ein ávísur spenningur er um 9. plássið sum kann verða ein bjarging, treytað av, at B68 ikki vinnur sær uppflyting.
Tí sigur FM1 frá báðum dystunum, ið byrja klokkan 15. Tróndur Arge og Hilmar Jan Hansen verða staddir á Argjum og í Sørvági, og sagt verður frá dystunum millum AB og Víking, og 07 Vestur og KÍ. 07 Vestur hevur 13 stig og AB hevur 12 stig.
Petur Asbjørn Lervig hevur upptakt í studionum hjá FM1 frá klokkan 14 til 15. Gestur verður Oddbjørn Joensen, fótbóltsviðmerkjari.
Hinir tríggir dystirnir byrja klokkan 16: EB/Streymur-NSÍ, Skála-HB og B36-Suðringar. FM1 fer at fylgja gongdini í teimum trimum dystunum.
Øll kunnu hoyra FM1 á www.midlar.fo, og annars á FM 88,7, FM 91,7, FM 93,9, FM 95,5 og FM 98,7.
In.fo hevur tekstfrásøgn frá øllum trimum dystunum. Samanumtøka, myndir og ljóðsamrøður koma út á in.fo í kvøld.










