Siga farvæl við minningargudstænastu í dag

200 innboðin siga í dag farvæl við Heindrik prins á minningargudstænastu

Í morgin verður jarðarferðin hjá Heindriki prinsi, og har verða 60 av hansara nærmastu til staðar. Tað eru eitt nú kongaliga familjan, franska familja hansara og nøkur umboð fyri donsku stjórnina. Men í dag eru 200 fólk boðin inn til minningargudstænastu fyri at minnast prinsin.

 

 

 

Gudstænastan er í Christiansborgs Slotskirkju. Áðrenn hevur kista hansara staðið frammi so, at almenningurin kundi koma inn at geva prinsinum eina seinastu heilsan. Heili 14.000 fólk hava vitjað kistuna, meðan hon stóð frammi. 

 

 

 

Aftur í dag verður møguligt hjá fólkinum at síggja kistuna og siga eitt seinasta farvæl við Heindrik prins. Tí kista hansara verður atkomilig fyri seinastu ferð millum klokkan 15.00 og 19.00 í dag í Christiansborg Slotskirkju.