Siga farvæl í Sarpugerði

GÍ og Skála hava plaseringarnar í miðjuni at stríðast um í grannauppgerðini

GÍ-SKÁLA

Jákup Mørk


Sunnudagin fer GÍ at spæla fyri síðstu ferð á heimavølli í ár. Tað er greitt, at felagiuð skal hava nýggjan venjara komandi ár. Tað vil siga, at uppgerðin ímóti Skála verður tann síðsta í Sarpugerði hjá GÍ við Peturi Mohr sum venjara.

Skála og GÍ stríðast um plássini frá fimm og til átta, og úrslitið hesa ferð hevur týdning í tí kappingini.

Hjá Skála hevur venjarin, John Petersen, verið upptikin av landsliðsfótbólti í smáar tvær vikur. Kristmund Johannesen, hjálparvenjarin, og formaðurin, Hans Jákup Andreassen, hava havt ábyrgdina av liðnum.

Eingin GÍ spælari hevur verið upptikin av landsliðsfótbólti. Á Skála hava Levi Hanssen, Poul N. Poulsen og Teitur R. Joensen verið upptiknir á U21 landsliðnum.