Fiskaaling gevst nú at ala rogn til alivinnuna, og avleiðingin av tí er eisini, at nøkur fólk verða søgd úr starvi.
Tilsamans eru seks fólk søgd úr starvi og harafturat er eitt fólk, sum ikki fær sína starvstíð longda, og sotatt eru sjey fólk søgd upp, boðar Fiskaaling frá nú á midegi.
Tey siga, at alingin av rognum hevur verið á vinnuligum grundarlagi, men seinastu árini hevur hon ikki borið seg.
Hinvegin er granskingar- og menningarvirksemið, umframt ráðgevara- og tænastuuppgávur vaksið seinastu árini, og í dag er hetta ein týðandi partur av virkseminum hjá Fiskaaling.
Nevndin í Fiskaaling hevur tí gjørt av, at gevast at framleiða rogn, og heldur at leggja størri dent á virksemið annars.
At styrkja tann partin av Fiskaaling, sum arbeiðir við at økja um kunnleikan, og at fáa vitan um burðardygga aling, fer at verða til gagns fyri framtíðar føroyska alivinnu, sigur Fiskaaling.
Seinastu rognini verða latin føroyskum smoltstøðum í mai í ár. Avgerðin at steðga at framleiða rogn, hevur við sær, at virksemið á lívfiskastøðini í Skopun og rognaframleiðslan við Áir, halda upp og tískil verða nøkur størv á Fiskaaling eisini niðurløgd.
Jan Mortensen, nevndarformaður, sigur, at føroyska alivinnan keypir tey flestu rognini úr Íslandi, og at tað verður so lítið keypt frá Fiskaaling, at tað loysir seg ikki at hava framleiðsluna gangandi.