Siga einki um prís

Einki frættist um prísin fyri at koyra undir Vestmannasundi, tá undirsjóvartunnilin verður tikin í nýtslu. Men nú verður tað skjótt kunngjørt, sigur stjórin fyri Vágatunlinum

Nýtslugjald

Vágar: Tað ber enn ikki til at fáa at vita ein nágreiniligan prís fyri at koyra undir Vestmannsundi, hóast nú er minni enn ein mánaði, til latið verður upp.
Dávur Reinert Hansen, stjóri í partafelagnum Vágatunlinum, sigur, at teir vilja hava so nógvar og gjølligar upplýsingar, sum yvirhøvur til ber, áðrenn farið verður út við nøkrum føstum prísi.
?Tað er fyri at kunna koma við einum røttum tali, tá vit kunngera tað, sigur hann, og ikki liggja og broyta fleiri ferðir.
Dávur Reinert Hansen sigur tó, at roknað verður við, at 350 bilar fara at koyra gjøgnum tunnilin um dagin, og út frá tí verður so kostnaðurin settur. Hetta atlið - 350 - er komið fram eftir kanningar umborð á Ternuni, sum í dag siglir um Vestmannasund.
Kannað er eftir hvussu nógvar bilar, ferjan flytir, og á leið tað sama verður so roknað við, at talið fer at liggja, sum fer at koyra undir sundið. Eisini eru fólk spurd, hvussu tey fara at ferðast aftur og fram, eftir at tunnullin er latin upp, sigur stjórin fyri Vágatunlinum. Og tær kanningarnar benda á, at bilatalið, sum frálíður, fer at liggja um teir 350 um dagin fyri eitt heilt ár.
Dávur Reinert Hansen væntar tó at fyrstu tíðina, serliga nú um jóltíðir, verður nógv ferðsla, men hon fer at stabilisera seg sum frálíður.
Hann heldur ikki, at tað er rætt at meta um ferðsluna undir Vestmannasundi við øðrum tunlum í landinum sum samanberingargrundarlagi. Tí tað kann ikki sammetast, sigur hann.
Fyri at koma gjøgnum Vágatunnilin skal gjaldast, og tað skal tað ikki aðrastaðni. Og eingin ivi er um, at gjaldið fer at minka nakað um ferðsluna, vísir stjórin á.
Annars sigur hann, at ætlanin er ikki á nakran hátt at fora ferðsluni undir Vestmannsundi. Sjálvandi vil hann heldur hava tað hinvegin, at so nógv sum gjørligt verður ferðast ígjøgnum.
Tí er hann eisini í móti at kalla innkrevjingarstøðina fyri eina bummstøð. Tí ein bummur er forandi, og tað er hendan støðin ikki. Har er eingin bummur, men ein gjaldsstøð, og soleiðis vil stjórin fyri Vágatunlinum fegin, at tað verður nevnt.
Gjaldsstøðin verður nú sett upp á Vágalandinum, og um mánaðarskiftið ella so fara fólk frá Landsverkfrøðinginum at seta upp bilverju fram við tunnilsvegnum av Fútakletti suður til tunnilsmunnan. Hetta verður gjørt við amboðum, sum leigað verða úr Noreg.
At latið verður upp tann 10. december væntar stjórin fyri heilt vist. Nú gongur aftur rættiliga væl, men okkurt tekniskt verður tó eftir. Soleiðis verða ikki allar stýriskipanir klárar, men tað verður so gjørt aftaná, so hvørt alt er komið.
?Tað vera slík smáting, sum gerast kunnu meðan stongt verður onkra nátt inn ímillum, sigur Dávur Reinert Hansen, stjóri í P/F Vágatunlinum.