Sig ta røttu søguna Helena!

Politikarar siga so mangt løg­ið. Men tá tú merkir, at ein pol­i­t­ik­ari bendir sannleikan til egnan fyr­i­mun – ella sig­­ur bein­­leið­­is ó­satt fyri at pynta upp á seg sjálv­an, so setir politikarin sjálv­ur álit sítt í vanda.

Eitt dømi um hetta er í sein­astu út­gávu av Kvinnu. Í við­tali við blað­ið sig­ur Hel­ena Dam á Neystabø so­leið­is um or­søk­ina til, at hon fór upp í pol­i­tikk í 1990:

»Tað kom ein øði í meg, tí eg helt, at tað heila fór av skrið­uni. Teir stóru flokk­ar­nir só­u ikki, hvat var í ferð við at henda, tað var ein ov­ur­honds opt­i­misma í land­i­num, alt bar til. Øll vanlig menn­isku sóu, at tað gekk ikki... ... Tá eg so fekk eina á­heit­an um at stilla upp, hugs­aði eg: Hví ikki? Og so varð eg vald.«

Tað er møguligt, at hon hev­ur rætt í hesi lýsing av støð­uni í 1990. Men tað var ikki orsøkin til øð­ina, sum kom í hana. Hel­ena var ak­tiv­ur lim­ur í Javn­að­ar­flokk­i­num heilt til tveir dag­ar áðr­enn hon kom á listan hjá Sjálv­stýr­is­flokkinum. Øðin kom í hana, tá Suð­ur­streym­oy­ar Javn­að­ar­felag vrakaði mann henn­ara, Kristian á Neysta­bø, sum valevni. Hann var ikki millum tey 16, sum vórðu vald á listan hetta mán­a­kvøldið.

Helena Dam á Neystabø rýmdi av fundinum, og tveir dag­ar seinni var hon valevni hjá Sjálv­stýr­is­flokki­num.

Tað hevði verið reið­i­lig­ari, um hon segði ta røttu og sonnu søg­u­na.