Sig tína meining um kringsvarpgjaldið?

?Alt hækkar uttan kringvarpsgjaldið?, sigur Annika í Mittúni Jacobsen, sum vil hava politikararnar at hækka kringvarpsgjaldið. Hvat sigur tú? Skal kringvarpsgjaldið hækka? ATKVØÐ HER!

Annika Mittún Jacobsen sigur, at stórur lønarvøkstur hevur verið seinastu árini. Aðrar tænastur og vørur eru eisini hækkaðar í prísi, men kringvarpsgjaldið er ikki hækkað síðani 2004. 

- Tí mangla tað í løtuni fimm milliónir í til raksturin næsta ár, men vit hava góðar vónir um, at politikararnir vilja hækka kringvarpsgjaldið, sigur Annika Mittún Jacobsen við Rás2. 

- Um kringvarpsgjaldið ikki verður hækkað, mugu vit fyrihalda okkum til støðuna og finna fram til, hvussu vit fáa tað besta burtur úr pengunum, sum vit hava at ráða yvir, men so er greitt, at vit mugu skerja virksemið, sigur hon. 

Avleiðingin verður sambært kringvarpsstýrinum, at 12 ársverk mugu niðurleggjast og sendingar takast av skránni.

Hvat heldur tú? Skal kringsvarpsgjaldið hækka? ATKVØÐ HER!