Nú kvøldini eru myrk og long, ber til at gera tey meira spennandi og ógvuliga óhugnalig við at lesa hesar føroysku spøkilsissøgurnar. Gamalt hevur verið at siga frá óhugnaligum hendingum. Søgurnar eru ivaleyst komnar í av løgnum og skakandi hendingum, sum ikki bar til at geva fullfíggjaða frágreiðing um, væl stuðlað av at fyrr hevur verið myrkt og óhugnaligt um kvøldið og náttina. Einsemi og at ganga einsamøll og lata óhugnaligar kenslur fáa tamarhald á sær, hevur eisini gjørt sítt til, at fólk eru farin at siga frá óhugnaligum søgum um spøkilsi.
<I style="mso-bidi-font-style: normal"$?$end$!$
<I style="mso-bidi-font-style: normal"$?$end$!$
Spøkilsið sum flenti
<I style="mso-bidi-font-style: normal"$?$end$!$Spøkilsið sum flenti<I style="mso-bidi-font-style: normal"$?$end$!$
Bókadeild Føroya Lærarafelags
Edward Fuglø hevur myndprýtt føroysku søgurnar
266 blaðsíður
210 krónur
Bókin “Spøkilsið sum flenti” er úrslitið av eini felags norðurlendskari verkætlan, sum er endað við 13 (sjálvandi!) spøkilsissøgum úr øllum Norðurlondum.
Her eru bæði kendir og ókendir rithøvundar, og allar søgurnar eru so háttaðar, at tað rennur tær kalt niður eftir bakinum.
Savnið er ætlað 9 – 12 ára gomlum børnum og er eindømi av sínum slag, av tí at hetta man vera fyrstu ferð, at øll átta málini í Norðurlondum eru umboðað.
Hugskotið til savnið kom á bókamessu í Bologna í 2004, har norðurlendsk bókaforløg gjørdu av at fara undir eina verkætlan, sum skuldi enda við eini bók við nýskrivaðum spøkilsissøgum.
Í Føroyum varð kapping um at skriva spøkilsissøgu, sum kundi umboða Føroyar í savninum.
Trý og tretivu søgur komu inn, og tvær teirra vóru valdar út til savnið, <I style="mso-bidi-font-style: normal"$?$end$!$Spøkilsið sum flenti. Tað eru søgurnar <I style="mso-bidi-font-style: normal"$?$end$!$Ver ikki bangin hjá Sámal Kristian Jacobsen og <I style="mso-bidi-font-style: normal"$?$end$!$Óvitar hjá Sólrún Michelsen.
Í savninum eru fimtan søgur, øll londini eru umboðað við tveimum søgum hvørt, uttan Grønland, sum hevur eina søgu. Til allar søgurnar hava teknarar úr ymsu norðurlondunum gjørt myndprýðingar.
Myndprýðingarnar til tær føroysku søgurnar hevur Edward Fuglø gjørt.
Bókin er eitt valaverk, innbundin og í litum, permumyndina til føroysku útgávuna hevur Salla Savolainen gjørt. Aftast er frágreiðing um høvundar og myndprýðarar.
--
Svartideyði og aðrar spøkilsissøgur - <I style="mso-bidi-font-style: normal"$?$end$!$føroyskar spøkilsissøgur
<I style="mso-bidi-font-style: normal"$?$end$!$Svartideyði og aðrar spøkilsissøgur - føroyskar spøkilsissøgur
Bókadeild Føroya Lærarafelags
Tekningar: Jóhannes Lamhauge
98 blaðsíður
165 krónur
Av teimum trý og tretivu søgunum, sum vóru latnar inn til søgukappingina, sum Bókadeildin skipaði fyri, vóru fleiri væl skrivaðar søgur, sum vóru betur egnaðar til eldri lesarar. So gjørt var av at lata eitt savn út við nýskrivaðum spøkilsissøgum fyri ung.
Tað gjørdist so til eitt savn við tíggju søgum. Tey, ið skrivað hava eru: Gitte Klein, Øssur Winthereig, Arnbjørn Ó. Dalsgarð, Dánial Hoydal, Steintór Rasmussen, Rakel Helmsdal, Vónbjørt V. Linjonsdóttir, Edmund Joensen, Firouz Gaini og Valdemar á Løgmansbø.
Jóannes Lamhauge varð biðin um at gera tekningarnar, og tað er hann sloppin sera væl frá. Tær svørt/hvítu tekningarnar gera søgurnar óhugnaligar, ja, eru næstan ræðsluvekjandi. Aftast í bókini er frágreiðing um myndprýðara og høvundar.